Hvat er e-bird?

eBird appin er eitt hent tól, har ein og hvør runt verðina kann goyma sínar fuglaeygleiðingar, sínar myndir, sínar ljóðfílir og harafturat gera hetta dáta atkomuligt hjá undirvísarum, vísindafólki, fuglafrøðingum og fuglahugaðum.

eBird er sera lætt at nýta og er eitt ótrúliga sterkt amboð. Alt tær nýtist at gera er, at upplýsa hvar tú eygleiðir fugl, nær, hvussu leingi tú hevur talt, og hvat tú sást á túrinum.  Tað er eitt sterkt amboð, tí at hundraðtúsundtals fólk runt alla verðina nýta tað – og hetta talið vaksur stútt.

eBird umsitur longu 500 milliónir eygleiðingar; upplýsingar, ið loyva okkum øllum at skilja flutning av og tørv hjá fuglum á globalum skala.

eBird umsitur tínar fuglalistar fyri teg – og deilir teir við aðrar fuglafrøðingar/fuglahugaði runt verðina. Á hendan hátt er tað nú gjørligt hjá einum og hvørjum, allastaðni, at finna ávís fuglasløg og tey bestu “hotspots” at eygleiða fugl, øll tíðspunkt á árinum!